Far til innihald

Keypskurv

Tín keypskurv er tóm

Stuðla bróstunum

Útsølu prísur200,00 kr

Stuðla bróstunum við at keypa hesa plakatina. 

30% av søluni, fer til bólkin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum.

Frá heimasíðuni hjá krabbameinsfelagnum:

“Bróstkrabbi er íðuligasti krabbameinsformur hjá kvinnum og rakar eina av hvørjum tíggju kvinnum í Føroyum. Bróstkrabbi rakar eisini menn, og ein av hvørjum túsund fær sjúkuna.

‘Eingi bróst eru eins’ er ein týðandi áminning í stríðnum ímóti bróstkrabba. Bróstini síggja ymisk út og kennast ymisk. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit øll kenna okkara egnu bróst væl og javnan kanna tey, so at vit skjótari merkja, um broytingar eru. Broytingar merkja ikki altíð, at talan er um krabba, men tað er altíð best at venda sær til lækna okkara sum skjótast, um vit varnast okkurt. Tíðin arbeiðir fyri krabbanum, so tess fyrr, ein møgulig viðgerð kann byrja, tess betur.”

Stødd:
Stuðla bróstunum
Stuðla bróstunum Útsølu prísur200,00 kr