Handilstreytir

Bílegging

Tá tú bíleggur á eiaveia.com, fært tú sjálvirkandi eina bíleggingarváttan senda við telduposti. 

Tú hevur møguleika at stovna ein brúkara hjá okkum. Á tann hátt ber til at fylgja við bíleggingini og finna fram gamlar bíleggingar. Hetta ger tað eisini lættari um tú skalt bíleggja aftur. Tað er tó ikki ein treyt at stovna brúkara fyri at keypa á eiaveia.com.

Um tú hevur spurningar, hoyra vit fegin frá tær.

 

Prísir

Allir prísir eru íroknað 25% MVG og í Donskum Krónum (DKK)

Fyrivarni verður tikið fyri tastivillum, prísvillum, útseldum vørum.

 

Gjalding

Møguligt er at gjalda elektroniskt við gjaldskorti. Tá farið verður til kassan, og gjaldstreytirnar eru góðkendar, verður ein bíleggingarváttan send sjálvvirkandi við telduposti. So skjótt peningurin er móttikin, verður bíleggingarseðil og vøra send. Gjaldast skal, áðrenn vøran verður veitt, ella áðrenn vøran kann heintast.

Øll kortgjøld verða viðgjørd av Clearhaus, umvegis gjaldsskipanina hjá QuickPay. eiaveia.com goymir ongar kortdátur og deilir onga vitan um kundar okkara (so sum navn, teldupost, bústað ella annað) við triðja part, tó undantikið QuickPay.

Gjaldast kann við hesum kortum:

  • Visa
  • MasterCard

Um vøran ikki er goldin innan 48 tímar eftir bílegging, tilskilar eiaveia.com sær rættin at selja vøruna til annan keypara.

 

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast við Klingurstjørn 12, 160 Argir, eftir avtalu.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-2 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 40 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.

 

Umbýting

Vøran kann býtast um innan 14 dagar eftir veiting, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt. Vøran kann býtast til reiðan pening ella aðra vøru.

Tú skalt skrivliga boða frá við telduposti til eiaveia@eiaveia.com, um tú ynskir at nýta umbýtingarrættin. Um vøran ikki er í sama standi, sum tá hon var nýggj, kann tað vera møguligt at fáa partvíst endurgjald eftir hvørjum standi, vøran er í. Hetta verður mett í hvørjari einstakari støðu.

Undandtøk til umbýtingarrætt eru hesi:

  • Gávukort kunnu ikki býtast við reiðan pening
  • Vørur keyptar á útsølu kunnu ikki býtast um við aðra vøru ella reiðan pening
  • Veitingarkostnaður verður ikki endurgoldin

Boða okkum frá á eiaveia@eiaveia.com og send vøruna til: við Klingurstjørn 12, 160 Argir. Til ber eisini at koma framvið við vøruni eftir avtalu.

Kundin hevur ábyrgd og heftir fyri vøru, sum verður send aftur, um hon møguliga verður skødd ella burturmist. Tískil viðmæla vit at senda við sporing ella sjálvi at koma við vøruni.

 

Reklamatiónsrættur

Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost á eiaveia@eiaveia.com. Tá feilurin er staðfestur, kann vøran býtast til reiðan pening ella nýggja vøru. Reklamatiónsrætturin fellur burtur eftir 24 mánaðar.

Tá tú sendur vøruna til okkum, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. Eiaveia.com rindar afttursendingina, um skaðin er váttaður. 

 

Trúnaður

Fyri at keypa á eiaveia.com, hava vit tørv á hesum upplýsingum um teg:

  • Navn
  • Bústað
  • Telefonnummar
  • Teldupost

Vit nýta hesar upplýsingar, tá vit skulu veita tær vøruna. Persónsupplýsingar verða goymdar í 5 ár og verða síðani strikaðar. Tá persónsupplýsingar verða savnaðar er hetta altíð eftir at tú, sum kundi hevur givið samtykki til tess. Tú fært altíð at vita hvørjar upplýsingar skulu nýtast og hví.

Eigarin, Malan Falkenberg Justinussen, er tann einasta, sum hevur atgongd til hesar upplýsingar um teg. Tú hevur altíð møguleika at fáa innlit í, hvørjar upplýsingar vit hava um teg.

Persónsupplýsingar verða ikki givnir ella seldir víðari til onnur. Teir eru einans goymdir í okkara kundasavni.

Tú kanst til einhvørja tíð biðja um at fáa tínar upplýsingar strikaðar.

Teknar tú teg til tíðindabræv, skráseta vit tín teldupost, sum ikki verður víðarigivin til onnur.

Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu sendast til eiaveia.com

 

Cookies

Á eiaveia.com nýta vit cookies fyri at gera tína vitjan so væl eydnaða sum møguligt. Hetta loyvir ávísum funkum so skipanin t.d. kann minnast hvat er í keypskurvini. Tú kanst til einhvørja tíð strika cookies frá tínari eind.

 

Samband

Eia Veia

við Klingurstjørn 12

160 Argir

eiaveia@eiaveia.com

tlf: 22 50 52